Vil vita, um undirtøka er fyri at broyta valskipan

22.10.2017 - 17:07
InnlendisPolitikkur
Vil vita, um undirtøka er fyri at broyta valskipan
Skipanin við einum valdømi riggar ikki, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen er nú farin at kanna, um tað er undirtøka í Løgtingum fyri at broyta valskipanina.

Mikudagin 25. oktober eru 10 ár liðin, síðan løgtingið samtykti eina valdømi.

Fyri 10 árum síðan var hann ein av teimum 13, sum atkvøddu ímóti einum valdømi.

Og Jørgen Niclasen hevði atkvøtt tað sama í dag.

- Tað hevði eg. Og eg vil fara so langt, at eg umhugsi av álvara at leggja uppskot fram um at fara aftur til sjey valdømi ella eina aðra skipan. Tí skipanin við einum valdømi er ikki betur, sigur hann.

Høvdu atkvøtt tað sama

Henrik Old, sum nú er landsstýrismaður í samferðslumálum, og Páll á Reynatúgvu, sum nú er tingformaður, atkvøddu eisini ímóti eina valdøminum í 2007.

Teir høvdu eisini atkvøtt ímóti í dag.

- Flokkarnir hava mist tamarhaldið, heldur Henrik Old.

Hinir siga framvegis ja

Men Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, atkvøddi ja fyri 10 síðan, og tað hevði hann eisini gjørt í dag.

Hann tekur undir við teimum sum halda, at sjálvpromoveringin er størri nú, enn hon var fyrr. Men eina valdømi skal ikki ábyrgdast fyri tað, heldur hann.

- Tað er væl ein broyting, sum er farin fram í øllum samfelagnum, sigur hann og sipar millum annað til sosialu miðlarnar.

Sambandsmenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Edmund Joensen, sum sjálvur átti uppskotið um eina valdømi, høvdu eisini atkvøtt ja nú.

Tjóðveldisformaðurin ivast

Men ein, sum atkvøddi fyri tá, men sum ikki er eins sannførdur nú, er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann heldur, at vit eiga at umhugsa at sambinda valskipanina við einum valdømi og sjey valdømum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887