Vit kunnu ikki gera tað bíligari

05.11.2017 - 15:51
InnlendisSamfelag
Vit kunnu ikki gera tað bíligari
Eitt-rúms íbúðirnar í Finsen kosta millum 3.300 og 5.500 krónur.

Á Finsen eru 33 lestraríbúðir, harav fýra eru egnaðar til fólk við rørslutarni. Talan er um 20 eitt-rúms-íbúðir upppá 30-53 fermetrar og 11 tvey-rúms-íuðir uppá 102 fermetrar.

Eitt rúms íbúðirnar kosta millum 3.300 og 5.500 krónur, og tað ber ikki til, at gera tað bíligari, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

Tær stóru eitt rúms íbúðirnar eru 55 fermetrar og eru væl egnaðar til at fleiri búgva har. Eitt nú støk við einum barni, ella eitt par, sigur Andras Róin.

Fýra-rúms-íbúðirnar eru væl egnaðar til eina størri familju ella at tað eru trý fólk, sum velja at leiga eina íbúð saman.

Lestraríbúrðirnar eru sum so ikki bíligari enn aðrar íbúðir hjá Bústøðum - einasti munurin er, at tú skalt vera lesandi fyri at sleppa at leiga har.

Hann eftirlýsir, at landi veitir ein býlisstuðul til tey lesandi, um tað er for dýrt.

Til lestrar íbúðirnar hoyrir vaskarí við trimum vaksimaskinum og tveimum turkitrumlum. Fleiri av teimum minnu íbúðunum hava hems, og 25 av íbúðunum hava altan. Tvær lyftir eru í bygninginum.

Vit fingu orðið á Andras Róin eftir hátíðarhaldið í fríggjadagin, sum var í sambandi við at gamli Kommunuskúlin er so gott sum liðugt umvældur.

Hoyr samrøðuna omanfyri.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887