Andrass Arge: Yvirskriftin í Sosialinum er skeiv

09.11.2017 - 12:30
InnlendisSamfelag
Andrass Arge: Yvirskriftin í Sosialinum er skeiv
Tað er ikki rætt, tá Birgir Dam Jacobsen í smápartafelagnum Mark sigur, at leigunevndin hevur góðkent leigusáttmálarnar, sigur Andrass Holm Arge

- Tað sum yvirskriftin sigur í Sosialinum er beinleiðis skeivt, leigunevndin hevur ikki góðkent nakrar sáttmálar. Soleiðis sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. 

Hann sigur, at leigunevndin hevur vegleitt Mark um, hvussu tey skulu gera fyri at koyra fólk út í ein mánað um árið uttan at bróta lógina, men tey hava ikki góðkent sáttmálarnar.

- Skrivstovan hjá leigunevndnini hevur havt samrøðu við Mark tann 28. august, og har hava tey vegleitt um, at tað ber ikki til at gera slíkar avtalur í standardleigusáttmálanum, sum er kunngjørdur.

Hann greiðir eisini frá, at sambært grein 16 heldur leigan uppat uttan uppsøgn, tá avtalaða tíðarskeiðið er runnið, um talan er um tíðaravmarkaða leigu. 

Ráðgivið um tíðaravmarkaðar leiguavtalir

Hann sigur, at leigunevndin hevur vegleitt um, at tað ber til at gera eina tíðaravmarkaða leiguavtalu fram til 1. juni og so gera eina nýggja avtalu tann 1. august. Tískil ber til koyra fólk lógliga úr bústaðinum í ein mánaða um árið við heimild í grein 16. 

Andrass Holm Arge vísir á, at um lógin skal broytast, so má tann politiski myndugleikin traðka til. 

- Vit taka imóti kærum og eru rein fyrisiting. Hvat man so avger politiskt, um man broytir grein 16 og sigur, at man ikki kann gera tíðaravmarkað leigu fyri lestraríbúðir, tað er so upp til tann politiska myndugleikan. 

Landsstýriskvinnan vil ikki úttala seg um, hendan ráðgeving er í samsvar við lógina ella ikki. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585