Landsstýrið ætlar at forða fyri verkfalli í morgin

20.11.2017 - 07:27
InnlendisHeilsa
Landsstýrið ætlar at forða fyri verkfalli í morgin
Enn er tó eingin fráboðan komin. Kristina Háfoss segði soleiðis við Útvarpið í gjár:
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at tað fer ikki at henda, at øll sjúkrahúsini gerast óvirkin í morgin.

Enn er eingin fráboðan komin um, hvussu Fíggjarmálaráðið ætlar at forða fyri verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í  morgin ári klokkan sjey. 

Felagið hjá teimum hevur boðað frá, at tá fara allir limir felagsins á øllum trimum sjúkrahúsunum til hús.

Men landsstýriskvinnan í fíggjarmálum segði, at tað verður av ongum. 

Landsstýrið hevði fund um støðuna í gjár.

Landsstýrið kann biðja løgtingið steðga verkfallinum við lóg. 

Næsti tingfundur er annars ikki fyrr enn týsdagin í næstu viku. 

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vrakaði sunnunáttina eitt semingsuppskot, og so fór semingsroyndin, sum byrjaði hósmorgunin, fyri skeytið.

     
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819