Sáttmálin broytir samráðingarkarmin

21.11.2017 - 13:16
InnlendisPolitikkur
Sáttmálin broytir samráðingarkarmin
Tað er ein fyrimunur fyri Pedagogfelagið, at sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum brýtur karmin fyri samráðingunum, heldur Jógvan Philbrow

Semjan, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í gjár, er slóðbrótandi, og vísur, at tað ber til at broyta karmin fyri sáttmálasamráðingunum, og at fáa munandi betri sømdir. 

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu eina stóra lønarhækking í gjár.  

Formaðurin er tó ikki so avgjørdur um, í hvøn mun sáttmálin fær týdning. Pedagogfelagið vónar, at fáa fundarboð frá Fíggjarmálaráðnum í hesi vikuni. 

Grundlønin og endalønin hjá námsfrøðingum líkist rættiliga nógv - ella er eitt vet lægri - enn grundlønin og endalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum var. Men Jógvan Philbrow vísur tó á, at tað eru fleiri viðurskifti sum eru ymisk millum sjúkrarøktarfrøíngarni og námsfrøðingarni, og tí er útgangstøði at samráðast eisini ørðvísi.

Kristina Háfoss segði við Kringvarpið í gjár, at hetta er fyrsta stigið, at rætta ein skeivleika í lønarmuninum millum ymsar fakbólkar, og at fleiri fakbólkar, sum hava eina óhóskandi løn, hava tørv á einum lønarlyfti - millum annað námsfrøðingarni. Teir hægst løntu fakbólkarnir kunnu tó ikki vænta eina líka stóra lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingar.

Námsfrøðingarnir fara - eins og sjúkrarøktarfrøðingarnir - til samráðingar við tí áskoðan, at skeivleikin í lønunum millum ymsar fakbólkar skal rættast, sigur Jógvan Philbrow.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010