Góðan morgun Føroyar

Gleði meg til hetta er yvirstaðið
21-11-2017
- Seinastu vikurnar hava verið strævnar, so tað verður gott, tá tað er yvirstaðið, sigur Sólbjørg Jakobsen, ið stillar upp til kommunuvalið í Ålborg

Í dag er kommunuval í Danmark.


Tilsamans fimm føroyingar bjóða seg fram á valevnislistunum, og ein teirra er Sólbjørg Jakobsen.


Hon stillar upp fyri flokkin Vinstra í Ålborg.


Seinastu vikurnar hevur hon eins og aðrir politikarar ført valstríð.


- Eg havi verið til veljarafundir, hongt upp valplakatir, og so havi eg eisini brúkt teir sosialu miðlarnar rættiliga nógv, sigur Sólbjørg Jakobsen, sum er útbúgvin løgfrøðingur.


Men tað er strævið at stilla upp til kommunuval, ásannar Sólbjørg Jakobsen:


- Vikurnar hava verið hektiskar, tí tað hevur verið nógv á skránni. Nógvir fundir, teldupostar og slíkt, so tað verður gott, tá hetta er yvirstaðið. Gott at fáa sindur av friði aftur, sigur Sólbjørg Jakobsen.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024