Góðan morgun Føroyar

Tilhaldslógin virkar fyribyrgjandi
24-11-2017
Lógin, sum skal gera tað lættari at verja fólk móti ágangi, forfylging og stalking, hevur nú hálvt ár á baki

Í morgin 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.


Í apríl mánaði í ár kom tilhaldslógin, eisini kend sum stalkaralógin, í gildi, og sostatt hevur lógin verið galdandi í hálvt ár.


Lógin hevur til endamáls at gera tað lættari at verja fólk móti ágangi, forfylging og stalking.


- Sum vit hava skilt á løgregluni, so siga tey, at tey hava brúkt lógina til tilhald hetta seinasta hálva árið, og og tað er eitt uppihaldforboð sum er givið sambært lógini, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, løgfrøðingur á lógartænastuni á løgmansskrivstovuni.


Tøl frá løgregluni frá 2011 til 2015 siga, at hatta tíðarskeiðið varð biðið um 49 tilhald.


- Tað sá út til, at tey tølini vóru vaksandi. Í 2016 vóru ikki færri enn 16, sum bóðu um tilhald, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, men leggur afturat, at høga talið í 2016 ivaleyst er ávirkað av, at heildarætlanin bleiv sett í verk tá.


- Samanumtikið haldi eg, at lógin hevur ta ávirkanina, at hon virkar fyribyrgjandi, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe.


Í morgunsendingini greiddi hon frá tilhaldslógini.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024