Bara grundarlag fyri einum skipi

08.12.2017 - 14:01
InnlendisVinna
Bara grundarlag fyri einum skipi
Stórur niðurskurður í sildakvotu, saman við nýskipanaruppskoti hjá landsstýrinum fær reiðaríið hjá Norðborg og Christiani í Grótinum at repa seglini
-Við eini samlaðari sildakvotu næsta ár, sum fyri okkum ikki verður meira enn 12.000 tons, er bara grundarlag fyri einum skipi, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Norðborg og Christiani í Grót

-Okkara sildakvota verður við hesum broytingum somikið lág, at grundarlag er ikki fyri báðum skipunum, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.

Sambært egnum útrokningum hjá reiðarínum verður ikki meira enn umleið 12.000 tons av norðhavssild til tey bæði skipini, Norðborg og Christian í Grótinum, at fiska. Og tað er alt ov grundarlag fyri tveimum skipum, sambært Kristiani Martini Rasmussen.

Norðborg er millum nýggjastu skip í føroyska fiskiflotanum, og skipið er mett at vera mest framkomna verksmiðjuskip í flotanum. Sambært reiðarínum stavar umleið helvtin av inntøkunum hjá Norðborg frá sildafiskiskapinum.

Í gjár gjørdu strandalondini avtalu um, hvussu nógv tons av norðhavssild skal fiskast í 2018. Fiskifrøðingarnir í ICES mæltu til at skerja fiskiskapin 40 prosent - politiska semjan millum strandalondini á felagsfundi í Keypmannahavn endaði við 33 niðurskurði á 33 prosent. Tí verður mest loyvda veiðan av norðhavssild 435.000 tons næsta ár.

Eingin strandalandaavtala er um norðhavssildina. Strandalondini eru bara samd um, hvussu nógv av norðhavssild skal fiskast tilsamans næsta ár - ikki hvussu nógv londini eiga í part. Føroyar hava tí ásett sær sína egnu sildakvotu - Føroyar krevja 19,4 prosent av norðhavssildini. Við støði í hesum verður føroyska kvotan 84.390 tons næsta ár. Til samanberingar er føroyska kvotan av norðhavssild 125.000 tons í ár. Føroyska kvotan minkar sostatt 40.000 tons.

Sambært nýskipanaruppskotinum, sum er til 2.viðgerð í løgtinginum ídag, skal sildakvotan býtast munandi øðrvísi næsta ár. Sambært nýggjastu broytingunum í nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum skulu 15 prosent av sildakvotuni, upp til 65.000 tons, seljast á uppboðssølu. Eisini skal alt tað, sum er omanfyri 65.000 tons, seljast á einum øðrum slagi av uppboðssølu - her er talan um tær sonevndu "uppboðsárskvoturnar."

Harumframt koma menningarkvoturnar. Sambært nýggjasta broytingaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at luta út 8,5 prosent av samlaðu føroysku kvotuni til menningarkvotur. Men fyri norðhavssildina skal ein serskipan vera galdandi - í 2018 skal landsstýrismaðurin fáa heimild at luta út 10 prosent av føroysku kvotuni sum menningarkvotur. Triðja broytingin - sum er komin inn í lógaruppskotið um sjófeingi undir viðgerðini í vinnunevndini síðstu dagarnar - er ein nýggj heimild hjá løgtinginum at taka inn upp til trý prosent um árið av øllum kvotum, sum ikki eru seldar á uppboðssølu.

Hoyr samrøðu við Kristian Martin Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887