Jólaódnin í fjør breyt nógv meira enn tann í gjár

08.12.2017 - 12:48
InnlendisSamfelag
Jólaódnin í fjør breyt nógv meira enn tann í gjár
Ingunn Eiriksdóttir er stjóri í Betri trygging. Hon sigur, at skaðarnir eru ikki so nógvir sum í fjør og heldur ikki so ringir:
Serliga í Norðragøtu gjørdi ódnin skaða í gjár.

Tryggingarfeløgini hava higartil fingið okkurt um hálvtannaðhundrað fráboðanir um skaðar eftir illveðrið í gjár. 

Skaðarnir í ódnarveðrinum hesa ferð eru tó verri enn so eins nógvir og ringir sum í ódnini jóladag í fjør.

Higartil hevur Betri trygging fingið færri fráboðanir enn hundrað.

Í gjár boðaðu 70 fólk frá skaðum. Og nakrar fráboðanir eru komnar afturat fyrrapartin.

Hjá Trygd er søgan tann sama.

Janus Thomsen, stjóri, sigur, at tey hava higartil fingið hálvthundrað fráboðanir. 

Yvirhøvur er ikki talan um stórar skaðar.

Janus Thomsen sigur, at skaðatalið er langt frá tí, sum tað var eftir jólaódnina í fjør.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964