Góðan morgun Føroyar

Hjúnabandslógin kann rullast aftur
12-12-2017
Teoretiskt kann ein lóg broytast fleiri ferðir, men tað er trupult og óvanligt, og tað elvir til ruðuleikar, sigur Bjørn á Heygum.

Miðflokkurin hevði landsfund í vikuskiftinum, og Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum, segði leygardagin í útvarpstíðindunum, at málið um hjúnabandslógina er ikki slept. Miðflokkurin ætlar at taka málið upp aftur og broyta hjúnabandslógina, um teir koma í samgongu næstu ferð.


Bjørn á Heygum, advokatur, greiðir frá, at ein lóg kann altíð broytast, tó er tað trupult at broyta lógir, ið hava við menniskju og sáttmálar at gera, eins og hjúnabandslógin hevur. Teoretiskt kann ein lóg broytast fleiri ferðir, t.d. fjórða hvørt ár, um samgongan er skiftivís vinstra- og høgravend fjórða hvørt ár.

Tað er tó ikki bara sum at siga tað, og Bjørn á Heygum heldur tað vera óvanligt og elva til ruðuleikar, um ein broytir fyritreytirnar fyri hjúnalagi fleiri ferðir.


Hjúnabond ella avtalur, sum eru gjørdar undir eini galdandi lóg skulu virðast, og tískil er ikki vanligt at strika ella ógilda tær, um lógin á økinum broytist. Løgfrøðilig siðvenja er, at ein hevur virðing fyri avtalum, sum eru gjørdar undir eini galdandi lóg, sigur Bjørn á Heygum. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024