Trýstið hevur verið stórt

bannari
12.12.2017 - 19:50
InnlendisPolitikkur
Trýstið hevur verið stórt
Vit vildu hava eina breiða semju, men tað fingu vit ikki. Vit mugu tí boyggja okkum, skulu vit hava uppskotið ígjøgnum, sigur løgmaður

Ikki færri enn 13 broytingaruppskot vóru tá fiskivinnunýskipanin kom í løgtingið í dag. Fleiri vóru frá Samgonguni sjálvari.

Eitt nú vildi kristin Michelsen hava broytt ásetingina um, at landsstýrismaðurin kann taka 3 prosent av søguligu rættindunum um árið til uppboðsølu ella menningarkvotur.

Hetta varð tó broytt í evstu løtu í broytingaruppskoti frá samgonguni.

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er nógv broytt í mun til tað, sum hendan samgongan fór til val uppá og í mun til tað upprunaliga uppskotið.

Trýstið hevur verið stórt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585