Góðan morgun Føroyar

- Heimablídni er ein dreymur fyri okkum
15-12-2017
Óli Rubeksen og Anna Rubeksen eru vertir fyri Heimablídni, sum er matstova heima í fjálgu húsunum hjá parinum á Velbastað.

Heimablídni er eitt konsept, sum er rótfest í tí staðbundna og burðardygga. ST hevur nú skrivað Heimablídni á sín lista fyri burðadygga ferðavinnu.


ST-listin, sum verður nevndur Sustainable Consumption and Production (SCP), snýr seg um broytingar, sum skilja búskaparligan vøkstur frá niðurbróting av umhvørvinum, og ístaðin brúka eina ringbúskaparliga tilgongd, har hædd verður tikin fyri øllum stigum í tilfeingisnýtsluni til tess at gera meira og betri fyri minni.


Anna og Óli Rubeksen greiða frá, hvussu tað er at vera vertir fyri Heimablídni. Tey hava nógv ferðafólk á vitjan um summarið og um veturin eru tað mest føroyingar, ið eta hjá teimum. Tey nýta føroyskan mat og borðreiða við eini 5 rættar matskrá.


Á Ferðavinnustevnuni í 2016 var tilboðið Ríð og Et hjá Heimablídni hjá Onnu og Óla Rubeksen og Berg Hestum kosið ársins átak fyri burðardygd í ferðavinnuni við grundgevingini: - Tú fært eitt øðrvísi náttúruupplivilsi og burðardygd í øllum liðum. Einki bensin, bara fríska luft og fuglaljóð. Bert staðbundin føroyskur matur og mentan úr nærumhvørvinum. Burðardyggari verður tað ikki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024