Ein góð byrjan fyri filmsframleiðslu í Føroyum

16.12.2017 - 17:14
Innlendis
Ein góð byrjan fyri filmsframleiðslu í Føroyum
Pengarnir, sum eru settir av til afturbering í samband við filmsframleiðslu, eru ein góð byrjan, heldur formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið
Formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið, Jan Berg Jørgensen

Uppskotið um afturbering í samband við filmsframsleiðslu í Føroyum bleiv í gjár einamælt samtykt í Løgtinginum. Formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið, Jan Berg Jørgensen, sigur, at hetta er ein góð byrjan fyri at fáa fleiri útlendskar filmar tiknar upp í Føroyum.
Á fíggjarlógini næsta ár eru 200.000 krónur settar av til afturberingarskipanina. Upphæddin er lítil, tí byrjað verður varisliga, og óvist er, hvørjar filmsverkætlanirnar vera, segði Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.
Møguleiki verður at fáa 25 prosent av góðkendu útreiðslunum endurgoldnar. Eisini verður kravt, at útlendingar skulu fíggja í minsta lagi 25 prosent av framleiðsluni í Føroyum, so skipanin gevur fíggjarliga javnvág.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802