Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna

bannari
20.12.2017 - 19:22
AktueltVinna
Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna
Reiðarar eru ikki nóg svangir eftir innovatión. Men menningarkvoturnar kunnu elva til nýskapan, heldur Ludvík við Stein, reiðari
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein.

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki nóg naknir til at teir noyðast at fara undir at spinna, sigur hann.

Í fiskivinnunýskipanini, sum varð samtykt í farnu viku, er ásett, at 8,5% av føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum skulu kunna latast út sum menningarkvotur. Fyritreytirnar hjá einum øki fyri at fáa lut í menningarkvotunum eru m.a. arbeiðsloysi og vantandi fólkavøkstur.

Menningarkvoturnar høvdu gjørt størri nyttu, um heimaflotin fekk tær, heldur Jørgen Niclasen, tingmaður og formaður fyri Fólkaflokkin. Hann tekur ikki undir við menningarkvotunum og mælir til at strika tær.

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur hinvegin at menningarkvoturnar fara at elva til nógv økt virksemi og nýskapan kring landið. Tær eru eitt gott amboð at lova nýggjum aktørum framat, serliga tí uppboðssølan gjørdist minni enn samgongan ætlaði.

Menningarkvotur eru ein óneyðuga dýrur máti at umfordeila virðir kring landið. Tað er ikki vist, at tú fært bestu virðisøkingina fyri samfelagið við at býta fiskirættindini eftir økjum, sigur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur.

Hoyr Ludvík við Stein, Jørgen Niclasen, Ingolf S. Olsen og Djóna Højgaard kjakast um menningarkvotur.

 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. januar
Tematýsdagur um Korea
76793
Mánadag 22. januar
Við Tórði á túri á Oyrareingjum
76755
Mánadag 22. januar
Norðurljóð 22.januar 2018
76753
Mánadag 22. januar
Á Quiztinum, 1. innleiðandi umfar
76747
Mánadag 22. januar
Meg Minnist: Jón Rasmussen (1:2)
76734
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. januar
3-2
76765
Sunnudag 21. januar
Andaktin
76724
Sunnudag 21. januar
Møti úr Hebron á Argjum
76720
Fríggjadag 19. januar
Lyst 2
76671
Hósdag 18. januar
Archibald Black, við føroyskum teksti
76646