Góðan morgun Føroyar

Jólamaðurin og vættrar eru partur av hugnanum
21-12-2017
- Børn taka ikki skaða av at hoyra um jólamannin og jólavættrar, hóast hetta bert er íspunnið, sigur sálarfrøðingur

Tað er hendan mánaðin, at nógv hevur verið tosað um jólamannin, nissur, vættrar og so framvegis.

Summum børnum dámar væl alt hetta hóvastákið, meðan onnur børn ikki eru so fegin um jólamannin, sum kemur við gávum, ella drillinissina, sum ger mjólkina, sum skal í havragrýnið um morguni, grøna.

Men hvussu ávirkar alt hetta prátið um jólamenn og nissur børnini?

- So leingi børnini halda, at tað er stuttligt, og tey á ongan hátt eru bangin fyri jólamanninum, so bilar einki, um foreldrini so at siga lúgva um jólamannin ella drillinissuna, sigur Gurið Simonsen, sum er sálarfrøðingur.

Sambært henni eru jólamenn og vættrar við til at skapa eitt serligt huglag og gera mánaðin spennandi og stuttligan. Men tað er umráðandi, at foreldur lurta eftir barninum.

- Tá barnið byrjar at leggja tvey og tvey saman, kunnu foreldur fortelja barninum, at hetta við jólamanninum passar ikki ordiliga. Tað er eingin orsøk tá til at halda fram við søgunum og royna at sannføra barnið um, at jólamaðurin er til og so framvegis, sigur Gurið Simonsen.

Í morgunsendingini fortaldi hon, hvussu tær ymisku søgurnar á jólum um vættrar, nissur og jólamenn ávirka børnini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024