Arbeiðsóhapp á Bakkafrosti

02.01.2018 - 14:33
InnlendisSamfelag
Arbeiðsóhapp á Bakkafrosti
Ein maður hevur brotið armin so illa í óhappi, at hann varð fluttur til Danmarkar at leggjast undir skurð

Stutt fyri klokkan tvey seinnapartin 29. desember fekk løgreglan fráboðan um arbeiðsóhapp á Bakkafrosti á Glyrum. Andrias Petersen, virkisleiðari, upplýsir fyri Kringvarpinum, at eingin framleiðsla var, men at tey høvdu eftirlit við og umvældu maskinur og tól.

Ein maður gjørdist fastur, tá eitt transportband skuldi leggjast á aftur og meiddi seg so illa, at hann fyrst varð fluttur á Landssjúkrahúsið og síðani til Danmarkar dagin eftir.

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sigur, at tey hava verið á staðnum fríggjadagin. Nú gera tey neyðugu kanningarnar, áðrenn frágreiðing verður skrivað. Væntandi er tað arbeiðið liðugt um tvær vikur.

Løgreglan upplýsir somuleiðis, at tey eisini hava verið á Bakkafrosti og gjørt kanningar fyri at lýsa málið. Eisini tey skriva eina frágreiðing - henda skal eitt nú siga, um lógin um arbeiðsumhvørvið er brotin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819