Viknaður løgmaður gevur sær umhugsanartíð

12.01.2018 - 18:11
InnlendisPolitikkur
Viknaður løgmaður gevur sær umhugsanartíð
-Støðan er óheppin, men eg ætli mær ikki at gera nakað í óðum verkum, sigur Aksel V. Johannesen, nú Kristin Michelsen atkvøður frá máli til mál
Minnilutalandsstýrið hjá Akseli V. Johannesen tódnar niður í 15 tinglimir, nú Kristin Michelsen ikki longur kennir seg bundnan at atkvøða saman við samgonguni

Samgongan fekk í dag eitt skot fyri bógvin, tá samgongu-tingmaðurin Kristin Michelsen boðaði frá, at hann ikki longur kennir seg bundnan at atkvøða saman við samgonguni.

Í brævi til Aksel V. Johannesen, løgmann og formann fyri Javnaðarflokkin, boðar Kristin Michelsen frá, at hann atkvøður mál fyri mál í løgtinginum. Víðari skrivar løgtingsmaðurin, at hann er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar Býráð ikki vilja samstarva við seg.

Útvarpið hevur seinnapartin tosað við Kristin Michelsen, løgtingsmann og borgarstjóra á Tvøroyri, men hann hevur ikki fleiri viðmerkingar og ynskir ikki at gera samrøðu við útvarpið.

-Støðan er óheppin, men eg ætli mær ikki at gera nakað í óðum verkum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinu, sum gevur sær sjálvum umhugsanartíð

Hoyr eina longri samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.

Les eisini: Kristin Michelsen hóttir samgonguna

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819