- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nú kunnu listauppskot latast til várframsýningina
15-01-2018
Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina er 'Art for Art's Sake,' sum gevur listafólkunum eitt ávíst frælsið til listaverkið
Árliga Várframsýningin, sum Føroysk myndlistafólk skipa fyri, verður í Listasavni Føroya í døgunum 7. - 29. apríl og nú hava listafólk møguleika at senda uppskot inn til framsýningina.
Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning, sum merkir, at úrvalsnevndin er hon, sum avgerð um eitt listaverk sleppur við til framsýningina, sigur Annika Gregoriussen, limur í úrvalsnevndini.
Skipað hevur verið fyri Várframsýning síðani 1990, og tískil er hetta 29. framsýningin í røðini.
Ein í nevndini fyri Várframsýningina er Annika Gregoriussen og hana hevur Morgunsendingin tosað við.
Meira er at lesa á heimasíðuni mynd.fo og á facebooksíðuni Várframsýningin
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024