Lág- og miðallønt fáa mest burtur úr

bannari
18.01.2018 - 16:33
AktueltPolitikkur
Lág- og miðallønt fáa mest burtur úr
Tað fer at loysa seg best hjá teimum lág- og miðalløntu, at arbeiða eftir at pensjónsnýskipanin kemur í gildi.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Pensjónsnýskipanin fer at oyðileggja hugin hjá fólki at arbeiða, sigur andstøðan í løgtinginum og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.

Samgongan og Sjálvstýri, sum standa fyri pensjónsnýskipanini, siga hinvegin, at tað fer at loysa seg at arbeiða.

Men veruleikin er meira samansettur enn viðmerkingarnar hjá politikarunum bera boð um.

Grundgevingar fyri, at tað ikki fer at loysa seg at arbeiða, koma av, at almennu pensjónsveitingarnar verða mótroknaðar í mun til aðra inntøku.

Hevur tú eina inntøku á 45.000 kr. um árið ella lægri, annaðhvørt tí tú hevur eina lítla privata pensjón ella tí tú arbeiðir við síðuna av pensjónini - ja, so fært tú fulla almenna pensjón í komandi skipan, tað vil siga 14.000 krónur um mánaðin.

Hevur tú eina ársinntøku, sum er 10.000 krónur hægri 55.000 kr minkar almenna veitingin við runt roknað 200 krónum um mánaðin. Mótrokningin í almennu pensjónini kann sostatt skiljast sum ein eyka skattur, ið verður lagdur afturat samlaðu inntøkuni.

Men fyri at fáa eina hóming av, hvussu væl tað fer at loysa seg at arbeiða undir komandi pensjónsskipan, mugu vit leggja mótrokningina í almennu pensjónini saman við øðrum skatti fyri at fáa sonevndan effektivan marginalskatt.

Effektivur marginalskattur sipar snøgt sagt til, hvussu hart seinast tjenta krónan er skattað, og er tí eitt gott amboð at meta um, hvussu væl tað loysir seg at arbeiða meira enn higartil.

Í nýggju skipanini sær effektivi marginalskatturin (skattur og mótrokning samanlagt) hjá einum støkum pensjónisti við lønarinntøku soleiðis út:

Hjá teimum niðanfyri 45.000 kr. er effektivi marginalskatturin 36,5%. Tá farið verður upp um mótrokningarmarkið fyri grundupphæddina á 45.000 kr. verður talan um 61,5%. Tá farið verður upp um 110.000 kr. hækkar landsskatturin 5%, og talan verður um 66,5% í effektivum marginalskatti. Við 205.000 kr. hækkar landskatturin aftur 5% og talan verður um 71,5%. Tá farið verður undir mótrokning í viðbót lækkar talið niður í 67,9%. Tá inntøkan fer upp um 361.000 kr. er viðbótin uppi og talan verður einans um vanliga marginalskattin á 46,5%.

Hvussu væl tað loysir seg at arbeiða veldst sostatt um, hvussu stór inntøkan er. Við sera lágari ella sera høgari inntøku loysir tað seg sum heild betur at arbeiða eyka, enn um inntøkan liggur á einum miðalstøði. Í gomlu skipanini loysir tað seg hinvegin enn betur at forvinna eina stóra inntøku við síðuna av pensjónini.

Undir nýggju skipanini fer tað at loysa seg betur enn í gomlu skipanini at vera á arbeiðsmarknaðinum við eini inntøku á millum 100 og 150.000 kr. - tað vil siga eini inntøku sum svarar til t.d. at arbeiða hálva tíð.

Men søgan endar ikki her. Tí pensjónsnýskipanaruppskotið leggur eisini upp til, at fólkapensjónin skal kunna útsetast, og um hetta verður gjørt, hækkar útgjaldið, tá ið tú einaferð velur at fara á pensjón. Hetta er ikki møguligt undir verandi skipan.

Og so koma vit aftur til spurningin: fer tað at loysa seg betur ella verri at arbeiða eftir, at pensjónsnýskipanin er komin í gildi. Svarið er samansett, men stutta svarið er ja, fyri flestu inntøkubólkar, uttan teir, sum liggja væl yvir miðal.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. februar
Morgunlestur mikudagur 21. februar 2018
77560
Týsdag 20. februar
Hjálpirøturnar í bláa húsinum
77797
Týsdag 20. februar
Á Quiztinum, 5. innleiðandi umfar
77694
Týsdag 20. februar
Morgunlestur týsdagur 20. februar 2018
77559
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. februar
3-2
77770
Sunnudag 18. februar
Andakt við Jógvani Højgaard
77724
Sunnudag 18. februar
Møti úr Emmaus í Klaksvík
77710
Leygardag 17. februar
Hondbóltur: Kyndil - H71
77693
Leygardag 17. februar
Hondbóltur: VíF - Kyndil
77691