Fiskastovnarnir batna

19.01.2018 - 08:30
InnlendisSamfelag
Fiskastovnarnir batna
Stovnsmetingar vísa, at makrel-, svartkjafta- og upsastovnurin eru væl fyri og meira er til av toski og hýsu

Havstovan sigur, at nógv er til av makreli og svartkjafti við Føroyar. Teir báðir stovnarnir eru væl fyri, meðan støðan hjá sildini er verri. 

Yvirlitstrolingar hjá Magnusi Heinasyni vísa, at batar eru at hóma fyri botnfiskin undir Føroyum. Upsin er væl fyri og eisini sær út til, at toska- og hýsustovnarnir eru við at koma fyri seg aftur. Tó so, ein botnfiskur hevur tað ikki gott, tað er kalvin. 

Men yvirskipað, sær tað ikki so galið út.

Fiskifrøðingarnir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, eru í útvarpsstovuni og greiða frá stovnsmetingunum fyri uppsjóvarstovnin og botnfiskastovnin.

Lurta eftir samrøðuni við teir báðar. 

 

Havstovan tekur saman um stovnsmetingarnar

Uppsjóvarfiskur
Føroyar eiga ein týdningarmiklan part av felags stovnunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti. 

Í farna ári blivu tríggir rannsóknartúrar gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandalondum. Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði skipið sild norðanfyri, og í juli bleiv Tróndur í Gøtu leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. 

- Gýtingarstovnurin av makreli varð í 2017 mettur at vera umleið 3,4 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiðan í 2018 verður 551 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 36 % í mun til revideraða tilmælið í fjør.

- Gýtingarstovnurin av svartkjafti varð í 2017 mettur at vera 5,9 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 1,387 mió. tons. Hetta er ein hækking uppá 3 % í mun til tilmælið í fjør.

- Gýtingarstovnurin av norðhavssild varð í 2017 mettur at vera 3,7 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 384 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 41 % í mun til tilmælið í fjør.

Viðmerkjast skal, at í 2017 var rættiliga stórur vøkstur í teirri tilmæltu veiðuni, so hóast minking í ár í mun til í fjør, so eru tær samlaðu tilmæltu nøgdirnar ikki minni enn vanlig ár. Tó hevur norðhavssildin verið í minking hesi seinastu 8 árini, av tí at eingin stórur árgangur er komin inn í gýtingarstovnin.

Tað er ikki full semja millum øll strandalondini um býtið av hesum trimum stovnunum, og tí hevur veiðan, ið londini hava ásett sær, verið størri enn tilmælið frá ICES. Hetta verður væntandi eisini soleiðis í 2018.

Botnfiskur
Hesi seinastu nógv árini hevur upsi verið okkara høvuðs-botnfiskaslag undir Føroyum. Tilgongdin hevur verið miðal og yvir miðal hesi seinastu árini.
Gýtingarstovnurin varð í 2017 mettur at vera uml. 100.000 tons og er í vøkstri.
Veiðutrýstið verður tó mett at vera í hægra lagi í mun til størst møguligu langtíðarúrtøku. Tann fiskurin, ið verður veiddur, er sum heild smærri enn hann kundi verið. Væntandi verður rist kravd í upsatrolum um stutta tíð, og tað fer at minka um veiðutrýstið á teir yngstu árgangirnar. Fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC.

Verri stendur til við toska- og hýsustovnunum. Tilgongdin hevur svikið í nógv ár á rað, og stovnararnir eru smáir. Gýtingarstovnurin hjá toski varð í 2017 mettur at vera 21.700 tons og av hýsu 19.200 tons. Glottar eru tó at síggja. 2015-árgangurin av hýsu er mettur at vera lítið undir miðal (tann frægasti síðani 2003), og 2016-árgangurin verður mettur at vera heilt góður. Tilgongdin av toski er torførari at meta um, av tí at smáfiskurin er undir landi tey bæði fyrstu árini. Ábendingar eru tó um, at bæði toska- og hýsustovnurin eru í vøkstri. Spennandi verður at síggja úrslitini frá komandi stovnsmetingum, ið verða gjørdar á vári 2018.

Kalvin

Kalvin hevur verið í minking í nógv ár á rað, og neyðugt er við tiltøkum, fyri at økja um sannlíkindini fyri frægari tilgongd. Serliga eigur gýtingin at verða betur vard.

Føroyabanki

Á Føroyabanka bíða vit framvegis eftir góðari tilgongd av toski. Á seinastu yvirlitstroling í september 2017 sást tó toskur í øllum støddum, og ikki einans stórur fiskur, eins og vanligt plagdi at vera. Vit eru tí sera spent til næstu yvirlitstroling, ið verður í mars 2018. Viðvíkjandi hýsu, so sæst tann góði 2016-árgangurin nú aftur í yvirlitstrolingunum og nøgdin av hýsu á Bankanum er farin at líkjast tí, sum fyrr var vanligt.

Hav- og vistskipanir
Havstovan hevur í fleiri ár luttikið í altjóða gransking av havfrøðini í Norðuratlantshavi. Eitt havfrøðiligt fyribrigdi, ið hevur verið staðfest hesi bæði seinastu árini er, at tann subpolari meldurin, ið hevur sítt miðstað í Irmingarhavinum, hevur verið óvanliga sterkur. Hetta ger, at kaldur sjógvur av arktiskum uppruna , ið hevur nógv av tøðevnum og æti í sær, verður førdur víða um, bæði vestan fyri Føroyar, framvið Føroyum og inn í Norðurhøv. Trúligt er, at hetta hevur góða ávirkan á uppsjóvarfiskin á okkara leiðum og eigur at kannast nærri.

Á Landgrunninum var sera nógvur gróður í 2017. Gróðurin var líka nógvur sum tey sera góðu árini 2000 og 2001. Árini frammanundan hava vit sæð týðiligt samband millum gróðurin og fisk og sjófugl á Landgrunninum, og tað sum vit higartil hava sæð, tykist hetta eisini at hava verið galdandi hesaferð. Væl kom undan, bæði av sjófuglapisum og av yngli (íroknað nebbasild og hvítingsbróðri) og botnfiskurin hevði nógv at eta.

Kelda: Havstovan

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584