M77232917 er heimsins longsta primtal

19.01.2018 - 08:21
InnlendisTøkni
M77232917 er heimsins longsta primtal
Talið byrjar við 300.351... og 22.338.618 tøl seinni, endar tað við ...436.351. Talan er um heimsins longsta primtal

Í januar varð kunngjørt, at man hevði funnið heimsins longsta primtal. 

Primtalið hevur 22.338.618 siffur og tað er eitt langt og stórt tal. Um hvørt siffur var ein millimetur stórt, so var talið 22,3 kilometrar langt. Um tú ikki gjørdi annað, meðan tú ert vakin, enn at telja eitt tal í primtalinum um sekundi, so hevði tað tikið meiri enn eitt ár at sagt øll tølini.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, skrivar, at um Sosialurin skuldi prentað nýggja primtalið, so hevði tað fylt 216 útgávur av Sosialinum á rað, ella líka so nógv sum alt tað sum stendur í blaðinum í hálvtannað ár.

Alement varð nýggja primtalið uppdagað 7 januar 2018, men í veruleikan fann ein telda talið longu 17 september í fjør. Av reinari tilvild, fann ein støddfrøðingur talið, tá ið hann gjøgnumgekk úrslitini. Siðvenjan er, at tað er ikki fyrr enn tá ið eitt menniskja sær primtalið, at tað alment er funnið.

Primtalið sum hevur fingið heitið M77232917 er eitt sokallað Mersenne-primtal. Hetta slagið av primtølum eru uppkallaði eftir franska munkinum Marin Mersenne, sum granskaði primtøl fyrst í 1600talinum.

800 máttmiklar teldur skuldu til, fyri at finna primtalið. 

Hvat er eitt Mersenne-primtal? 

Hvat kann man brúka eitt primtal til?

Gunnar Restorff, lektari í støddfrøði á Fróðskaparsetrinum, greiðir frá. 

Kelda: Videnskab.dk

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887