Rúna í Baianstovu í brennideplinum

19.01.2018 - 11:52
Lívsstílur
Rúna í Baianstovu í brennideplinum
Nýggj bók um heiður hevur sett ferð á kjak í Svøríki um harðskap millum tilflytarar. Mitt í kjakinum stendur Rúna
Rúna í Baianstovu hevur skrivað bókina "Heder. Hedersrelateret vold, förtryck og socialt arbete"
Mynd: Jakob Brønnum  

Rúna í Baianstovur er doktari og lektari í sosialum arbeiði á Örebro Universiteti í Svøríki. Nakað fyri jól kom bók út, sum hon hevur skrivað, ið viðger Heiður - heiðursharðskap og ágang, sum verður knýtt til innflytarar úr ávísum londum.
Rúna kom sjálv út fyri ógvusligari hending, tá ið táverandi maður hennara var dripin á universitetinum fyri tíggju árum síðan. Ta ferðina var motivið hevnd.
Rúna í Baianstovu heldur tað hava stóran týdning at lýsa heiðursharðskap sum hugtak fjølbroytt, so at fólk ikki vera avbyrgd ella koyrd í bás. Hon óttast eina vaksandi rasismu í Svøríki og mælir til betri samrøðu, nú trupulleikar av innflytarum og paralellsamfeløgum elva til split í fólkinum.
Rúna hevur kent ágang á egnum kroppi, síðan bókin kom út.
Hoyr áhugaverda samrøðu við havnarkvinnuna Rúnu í Baianstovu, sum hevur arbeitt við migratión í Svøríki síðan síðst í 1980-árunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652