- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Vilja tálma ferðsluna gjøgnum Miðvág
22-01-2018
Fólk í Miðvági vilja helst hava ein tunnil frá Oyragjógv til Vatnsoyrar fyri at minka um ferðsluna, sigur Marit Jóhansdóttur Magnussen, talsfólk
- Vit vilja vísa at vit eru nógv sum ikki vilja liva í bilosi og vilja hava allar hesar bilarnar vekk, sigur Marit Jóhansdóttur Magnussen.
Húsini hjá Marit standa beint við høvuðsvegin, og tað er mangan hon ikki fær sovið fyri billarmi. Húsini ristast eisini tá stóru bilarnir koyra framvið. Og tað er ikki bert Marit, sum hevur tað soleiðis.
Leygardagin skipaði hon fyri fundi fyri tey, sum vilja broyta støðuna við øllum bilunum gjøgnum bygdina.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024