Nótaskip missa 50 mió. kr. um eingin lodna fæst

23.01.2018 - 12:30
InnlendisVinna
Nótaskip missa 50 mió. kr. um eingin lodna fæst
Føroysku nótaskipini sleppa ikki eftir lodnuni í íslendskum sjógvi. Hvussu leingi kunnu skipini bíða? Jógvan Jespersen er stjóri í Nótaskipum:
Nótaskipini eru klár at fara eftir lodnuni undir Íslandi.

Føroysku nótaskipini kunnu missa hálvthundrað milliónir krónur, tí tey sleppa ikki eftir lodnuni í íslendskum sjógvi.

Lodnutíðin er stutt, og skipini eru klár at fara.

Lodnutíðin endar síðst í februar.

Sáttmálin millum Ísland og Føroyar, sum varð gjørdur í januar í fjør, loyvdi annars føroyskum skipum at fiska lodnu til 30.apríl í ár. Men altingið setti sáttmálan úr gildi millum jól og nýggjár. 

Eingin sáttmáli er gjørdur millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi í 2018. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858