Góðan morgun Føroyar

Fara í sunnudagsskúla á netinum
25-01-2018
- Vit mugu møta børnunum, har tey eru. Og tí gera vit ein online-sunnudagsskúla, siga stigtakarar til nýggja sunnudagsskúlan á netinum

Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi við at gera ein online-sunnudagsskúla.


Tað eru tey bæði Sólfríð Maria í Rók og Rógvi Dam, ið hava tikið stig til sunnudagsskúlan, sum verður at síggja á netinum einaferð í heyst.


- Tað er ein sannroynd, at børn brúka nógva tíð á netinum, og tað vísir seg fleiri staðni, at tað eru færri, sum ganga í vanliga sunnudagsskúlanum, sum vit kenna hann, sigur Rógvi Dam.


Tí royna tey bæði nú at fáa brønini aftur í sunnudagsskúla.


Vit mugu møta børnunum har, tey eru. Og tí gera vit ein online-sunnudagsskúla, sigur Sólfríð Maria í Rók.


Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá hugskotinum um sunnudagsskúlan á netinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024