Góðan morgun Føroyar

H&M stjelur frá føroyskum sniðgeva
26-01-2018
- Sjálvandi taki eg tað sum eitt herðaklapp, men tað er irriterandi, at tey selja ein vøru, ið eg upprunaliga havi sniðgivið, sigur Sonja Davidsen

Sonja Davidsen, ið arbeiðir sum modell og sniðgevi í Danmark, byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani sína egnu kollektión við undirklæðum.


Undirklæðini hjá føroyska sniðgevanum eru blivin ógvuliga væl umtókt, og kend fólk sum Kylie Jenner vísa seg á eitt nú Instagram í undirklæðunum, ið nevnast OW Intimates.


Men nú hevur stóra svenska fyritøkan Hennez & Mauritz gjørt undirklæðir, ið sambært Sonju Davidsen líkjast alt ov nógv teimum, sum hon hevur sniðgivið tvey ár frammanundan.


- Tað er irriterandi, at ein so stór fyritøka, kann selja eina rúgvu av undirklæðunum, sum vit hava brúkt nógva tíð og orku upp á at sniðgeva, sigur Sonja Davidsen, sum saman við øðrum fór undir at sniðgeva OW Intimates í 2016.


Enn er ikki greitt, hvat Sonja Davidsen fer at gera við støðuna.


- Í løtuni arbeiða vit saman við einum sakførara fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera. Tað er ikki sikkurt, at vit kunnu gera nakað sum helst, tí klæðir eru ikki fevnd at lógini um upphavsrætt, sigur Sonja Davidsen, sum enn ikki hevur verið í sambandi við stóru fyritøkuna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024