Spyrja Løkke, um hann er keyps

bannari
30.01.2018 - 17:54
Útheimurin
Spyrja Løkke, um hann er keyps
Summir fólkatingslimir halda, at stórreiðarar hava beinleiðis ávirkan á fiskivinnupolitikkin hjá donsku stjórnini.

Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, skal í morgin svara spurningum í fólkatinginum, um danskur fiskivinnupolitikkur er ávirkaður av sambandinum millum forsætisráðharran og danskar stórreiðarar.

Tað hevur vakt ans, at reiðarar hava goldið stórar upphæddir til LøkkeFonden - ein grunnur ið forsætisráðharrin sjálvur hevur sett á stovn, og har føroyska kona hansara, Sólrun Løkke Rasmussen, er forkvinna.

Hetta væntar Ib Poulsen hjá Dansk Folkeparti, kann hava verið við til at givið reiðarunum ávirkan á fiskivinnupolitikkin hjá donsku stjórnini.

- Hann má vera eyðmjúkur, leggja seg skerflatan og viðganga, at hann hevur samband við kvotakongar, sum hann annars hevur sagt seg ikki at hava, sigur Ib Poulsen.

Fólkatingslimir royndu í fjør at gera broytingar í fiskivinnulóggávuni, soleiðis at kvoturnar í donsku fiskivinnuni ikki skuldu savnast á alt færri hondum. Hesum mótarbeiddi Esben Lunde Larsen, umhvørvis- og matvøruministari, og Ib Poulsen heldur nú eina orsøk vera, at reiðarar hava keypt sær beinleiðis atgongd til forsætisráðharran.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585