Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í ár

04.02.2018 - 17:30
Lívsstílur
Anný Djurhuus Øssursdóttir fær gávugóðsið í ár
Hósdagin verður stuðulin úr gávugóðsinum hjá Thorvaldi Poulsen latin, og hesa ferð er tað listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum fær stuðulin.

Stuðulin úr gávugóðsinum hjá Thorvaldi Poulsen verður latin hvørt ár, og hann skal latast einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Stuðulin er 50.000 krónur, og í ár er tað 20 ára gamla listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum hevur fingið stuðulin. Hon fegnast, og sigur, at tað kennist sum eitt herðaklapp fyri arbeiðið, hon ger.


Listin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir er fjølbroytt, og hon roynir seg fram við ymiskum slagi av list.


Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði.


Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.


Anný Djurhuus Øssursdóttir heldur tað hava stóran týdning fyri ung listafólk, at fáa viðurkenning fyri sítt arbeiði.


Í stýrinum fyri grunnin Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Marita Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasamband Føroya og Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.


Stýrið hevur gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja eitt ungt listafólk, ið skal fáa stuðulin, ella gávugóðsið.


Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 19 listafólk og ein stovnur fingið tillutað til samans 935.000 krónur í stuðuli úr grunninum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652