- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Grunnurin Listaflog aftur klárur við listastuðli
05-02-2018
Nú ber ber til, hjá føroyskum listafólkum, at søkja úr Listflog, sum er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways
Vit brúka nøvnini á kendum føroyingum til okkara flota, og tí vilja vit geva eitt sindur aftur til føroyska samfelagið. Soleiðis tekur Ingrid Bjarnastein til. Ingrid er content manager og samskipari í Listaflogi hjá Atlantic Airways.
Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá flogfelagnum fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Listaflog er, sum navnið leggur upp til, ein stuðulsskipan, sum skal stimbra føroyskari list fíggjarliga. 100.000 krónur verða latnar 28. mars á hvørjum ári. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni.
Umsóknarblaðið sæst her
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024