Kringvarp Føroya kann skipa fyri Melodi Grandprix

09.02.2018 - 12:48
ListTónleikur
Kringvarp Føroya kann skipa fyri Melodi Grandprix
Kringvarpið hevur kannað, um tað ber til at skipa fyri eini føroyskari Melodi Grandprix kapping og tað ber til.
Mynd: Ralph Larmann  

Tað sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

- Men tað krevur, at Kringvarp Føroya er limur í EBU (European Broadcasting Union), heldur hann fram.

Fyrrverandi kringvarpsstjórin Annika Mittún kannaði, um til bar at skipa fyri Melodi Grandprix í Føroyum. Hon fekk at vita, frá EBU, at bert sjálvstøðug lond fingu limaskap í EBU. Tí slepti hon ætlanini tá.

 

Dia kannaði tað eisini

Men í fjør kannaði Dia Midjord málið aftur. Hann fekk at vita, at Kringvarp Føroya kundi fáa limaskap í EBU. Fyri limaskapin skuldi kringvarpið gjalda limagjald, ið varð sett til 500.000 krónur um árið.

- Tað eru nógvir pengar, sigur Johnny í Grótinum.

- Men EBU er so nógv annað enn Grand Prix. EBU hevur eina rúgvu av øðrum tænastum, bæði tíðindum og øðrum, sum vit kanska kunnu fáa gagn av, sigur Johnny í Grótinum.

 

Leiðslan fer at kanna málið

Leiðslan í Kringvarpinum fer nú at kanna, hvørjir fyrimunir og vansar eru av at vera limur í EBU.

- Vit falla ikki uttan fyri reglurnar fyri limaskapi í EBU. Tí fara vit at kanna, um hetta hevur okkara áhuga, sigur Johnny í Grótinum.

Tað er dýrt at skipa fyri Melodi Grandprix. Siðvenja er, at landið, sum vinnarin er úr, skipar fyri næstu ferð.

- Tá høvdu vit ivaleyst verið noydd at funnið eitt annað land av samstarva við, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010