Skuldin nógv størri enn bruttotjóðarúrtøkan

10.02.2018 - 13:41
InnlendisPengar
Skuldin nógv størri enn bruttotjóðarúrtøkan
Skuldin í heiminum er meir enn tríggjar ferðir so stór sum samlaða bruttotjóðarúrtøkan í heiminum.

Tá fall var á partabrævamarknaðunum fyrr í vikuni, hvurvu virðir, sum svaraðu til bruttotjóðarúrtøkuna hjá Avstralia í eitt ár.

Aftur í gjár lækkaðu virðini á virðisbrævamarknaðinum í USA, sum hava havt sínar ringastu dagar síðani fíggjarkreppuna.

Eisini í Asia og í Europa er órógv á virðisbrævamarknaðunum.

Jim Rogers, stovnaði í 1969 Quantum-grunnarnar, saman við George Soros, og hann tvíheldur um, at fallið fer at halda fram.

- Tá vit aftur fáa eitt "bear market", og tað fáa vit aftur, so verður tað tað ringasta í okkara tíð. Tí skuldin kring heimin er ovurhonds stór, sigur royndi íleggjarin.

"Bear market" merkir, at virðisbrøvini lækka við 20 prosentstigum, og tað hevur Jim Rogers sæð fleiri ferðir fyrr.

Tá hann tosar um stóra skuld, so geva tølini honum rætt.

Tí fær næsta fallið á virðisbrævamarknaðunum álvarsligar avleiðingar, og verður tað ringasta í okkara tíð, sigur Jim Rogers.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585