- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Litava lamið av beinkrími
16-02-2018
- Skúlar og barnagarðar hava stongt, og arbeiðspláss eru hart rakt, sigur Jóannes Hansen í Litava, har verulig epidemi av beinkrími herjar
Nógvir føroyingar hava ligið við beinkrími seinastu vikurnar.
Men í Litava er støðan heilt ring, tí beinkrím leggur Litava lamið.
- Umleið 40 prosent av okkara starvsfólki liggur heima við beinkrími, og tað ávirkar sjálvandi okkara virki, sigur Jóannes Hansen.
Hann arbeiðir í Litava og býr ein part av tíðini har.
- Í 31 kommunum eru allir skúlar og barnagarðar stongdir í royndini at basa beinkríminum. Harafturat verður mett, at umleið helvtin av allari arbeiðsstyrkini í landinum liggur heima sjúk, sigur Jóannes Hansen.
Sjálvur er hann sloppin undan beinkríminum.
- Eg havi júst verið í Føroyum og etið nógv av góðum føroyskum mati, og eg ivist ikki í, at tað hevur góða ávirkan á mótstøðuførið, sigur Jóannes Hansen.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024