Skriva samkensluheilsan til danska kongshúsið

17.02.2018 - 11:50
InnlendisSamfelag
Skriva samkensluheilsan til danska kongshúsið
Ríkisumboðið í Føroyum hevði í morgun opið, so at fólk kundu koma inn og skriva eina heilsa í kondulancu-bókina, og fleiri hava sent seinastu heilsu

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, sigur, at nógv hava verið á gátt og skrivað í bókina.

Seinasta heilsan

Fyri at geva fólki uttan fyri høvuðsstaðarøkið sama møguleika at skriva heilsanir, er avtala gjørd við nakarar kommunur um, at kondulancubókin verður liggjandi frammi á kommunuskrivstovuni ella øðrum hóskandi stað í nakrar dagar. 
Bókin verður liggjandi frammi í Klaksvík 22. og 23. februar, í Runavík 26. og 27. februar og í Vági 1. og 2. mars, sigur ríkisumboðið.

Flaggskylda

Mentamálaráðið minnir á, at almennir stovnar skulu flaggað við hálvari stong, hvønn dag, til vælsignilsið hevur verið. 
Týsdagin 20. februar verður lýst vælsignilsi yvir Heindrik prins í slotskirkjuni í Christiansborg. 
Tá verður flaggað við hálvari stong hjá øllum landsins bygningum og skipum til vælsignilsið er lýst kl. 10.45 føroyska tíð, eftir hetta verður flaggið vundið á fulla stong til sólsetur, skrivar Mentamálaráðið í áminning.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887