Nón

Torradagar, George Harrison og miðlalandslagið
22-02-2018
Enn ein fjøltáttaður hósdagur í Nón

Føroyar hava alstóran týdning sum búpláss hjá milliónum av sjófuglum. Men hvussu er sjófuglurin fyri, og hvørjir vandar eru fyri sjófuglin kring Føroyar. Hoyr Silas Olofson, fuglaáhugaðan.
Føroyingar fáa nú høvið at síggja filmin "Línumenn", sum Zacharias Hammer, saman við øðrum, hevur gjørt og verður sýndur á Torradøgunum. Vit hitta sjónvarpsmannin og ein línumann.
Næstu vikuna verða sannir filmsdagar í Norðurlandahúsinum, har ørgrynna av filmsperlum verða sýndar á Tórshavn Film Festival, TÓFF.
Eygleiðingin er um uppskotið at skilja tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær sjálvstøðugar eindir. Tveir journalistar uttan fyri KVF, Uni Arge og Georg L. Petersen, viðgera uppskotið og støðuna í føroyska miðlalandslagnum. Jákup Veyhe hevur eisini eina skeiva tíðindasending um málið.
George Harrison hevði fylt 75 ár í vikuni. Stanley Samuelsen og Erik Biskupstø meta um hansara týdning.
Hoyr sendingina

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022