Stórur spenningur um steypafinalurnar í flogbólti

24.02.2018 - 11:12
Innlendis
Stórur spenningur um steypafinalurnar í flogbólti
Hjá monnum hittast SÍb og ÍF, og hjá kvinnum eru tað Dráttur og Fleyr

Jørgen Niclasen, royndasti spælarin hjá SÍb, sigur, at teir hava verið undirtippaðir til hvønn dyst, men kortini hava teir vunnið allar. Royndu SÍ-leikararnir halda seg hava ein møguleika ímóti ÍF.

Bartal Eliasen vísir á, at teir í ÍF kenna SÍ rættiliga væl, og tí er eingin vandi fyri, at teir fara at undirmeta liðið, sum er mannað við sigursvandum spælarum, sum tó ikki leggja alla orku í flogbóltin longur.

Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, liðskipari hjá Fleyr, væntar ein javnan dyst. Hon viðgongur tó, at tær eru greitt á odda í landskappingini, og tí helst eru at rokna sum favorittar.

Ruth Albinsdóttir er samd. - Hjá okkum skal alt rigga, um vit skulu vinna, sigur hon.

Báðar leggja tó aftrat, at talan er um eina finalu, og tá kann alt henda,

Finalan hjá monnum byrjar klokkan 13.30, og finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 16.

Báðar finalurnar verða sendar í sjónvarpinum, sum byrjar at senda klokkan 13.15.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858