- Hygg eg!

03.03.2018 - 10:34
InnlendisTøkni
- Hygg eg!
KT-serfrøðingur rópar varskó um vælumtókta dagdvølju á facebook frá Nametest
Nametest bjóðar fólki á facebook alskyns dagdvølju, tildømis at síggja, hvussu tey kundu sæð út, um tey vóru filmsstjørna. Men góðtrúgvin fólk lata bakdyrnar upp á sínum vanga, siga KT-trygdarvørðar
Mynd: savn  

Fólk geva glaðbeint stórum altjóða fyritøkum fulla atgongd til sín facebook-vanga, tá tey royna mongu undirhaldandi testirnar, sum floyma í renslinum.
- Fólk vita rætt og slætt ikki, hvat tey gera, sigur Bárður Christiansen, sum er kønur í KT-brotsverkum og trygd.
Hann sigur, at nógvir hundraðtals føroyingar hava dámt heimasíðuna hjá Nametest, har fólk, við at lata eina mynd frá sær, kunnu síggja, hvussu tey høvdu sæð út sum hitt kynið ella filmsstjørna. Men í veruleikanum lata tey einar bakdyr upp á víðan vegg til facebookvangan.
Lurtið eftir innslagnum og ráðunum frá einum kønum.
Og tey, sum - eftir innslagið - hava fingið hug at beina Nametest-appina burtur, kunnu gera tað við at fara undir "innstillinger", finna appirnar, og so trýsta á "bein burtur".

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819