Bústaðir vil hava svar um Hoydalar

05.03.2018 - 11:51
InnlendisPolitikkur
Bústaðir vil hava svar um Hoydalar
- Vit lótu hugskot inn og rokna so sjálvandi við at hoyra okkurt aftur, sigur Andras Róin, sum ótolnast eftir ætlanini við Hoydølum
Bústaðir handaði í august í fjør Mentamálaráðnum uppskotið "Hoydalar í framtíðini". Enn hevur Andras Róin einki frætt aftur
Mynd: Zeta arkitektar  

Bústaðir ótolnast eftir at frætta, hvat Mentamálaráðið ætlar við Hoydølum. Á vári í fjør skrivaði Rigmor Dam út eina hugskotskapping, har landsstýriskvinnan bað almenningin koma við góðum hugskotum til, hvat virksemi skal vera í Hoydølum, tá Studentaskúlin flytir út í Marknagil.

Í lýsingini stóð millum annað, at "Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja".

Okkurt um 60 hugskot komu inn í fjørsummar, og tá avtornaði vóru 46 uppskot eftir hjá landsstýriskvinnuni at taka støðu til.

Andras Róin bað arkitekta-fyritøkuna Zeta at gera uppskot um eina heildarætlan fyri Hoydalar, sum bæði tekur atlit til náttúruna og brúkar verandi bygningar. Úrslitið sæst á myndini niðanfyri.

Mentamálaráðið arbeiðir enn við málinum

Í farnu viku segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri, við Kringvarpið, at Mentamálaráðið framvegis arbeiðir við málinum. Trupulleikin hjá Mentamálráðnum er, at eingir pengar eru í fíggjarlógini til Hoydalar, og einki av teimum 46 uppskotunum hevur nágreiniligar ásetingar um fígging, sum Mentamálaráðið annars bað um. Orðini fáa Bústaðir at koma við einari almennari fráboðan um, at í teirra heildarætlan er bæði heildarætlan og uppskot um fíggingarleist. Í uppskotinum til Mentamálaráðið skrivar Bústaðir, at tey kunnu fíggja íbúðarpartin fult út.

Andras Róin heldur tað hava stóran týdning at síggja Hoydalar sum eina heild. Tí kann talið av bústøðum eisini lagast til heildina. Eftir hansara tykki kunnu gerast millum 40 og 70 íbúðir í Hoydølum.

Hoyr samrøðu við Andras Róin við at trýsta á pílin undir myndini.

Tú kanst eisini síggja fleiri myndir av hugskotinum hjá Bústaðir og Zeta arkitektum her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010