Havsbrún keypir súrløgu

09.03.2018 - 11:48
AktueltVinna
Havsbrún keypir súrløgu
Eina tíð hevur Havsbrún keypt súrløguna, sum Akraberg hevur gjørt umborð, og eisini hendan túrin keypir virkið tey 400 tonsini, sum skipið hevur við

Tak niður

Tað sigur Anfinn Olsen, reiðari, nú Akraberg siglir heim úr Barentshavinum við 400 tonsum av súrløgu.

Havsbrún hevur í gott eitt ár tikið ímóti súrløguni frá Akrabergi. 

Eitt stig rætta vegin

Hóast talan enn er um smáar nøgdir av súrløgu sum fáast frá fiskinum í Barentshavinum, so er tað eitt stig rætta vegin, at Akraberg er farin undir at gera súrløgu umborð, heldur enn at tveita høvd og garnar aftur í havið.

Talan er um eina vøru sum lítið ella einki fæst burturúr í mun til íløguna, men Havsbrún hevur bygt út, so virkið kann taka ímóti súrløguni.

Tað sigur Odd Eliasen, stjóri, sum kortini viðgongur, at virkið neyvan hevði gjørt íløguna, um ikki Akraberg gekk á odda og fór at gera súrløgu umborð.

Útgerðin umborð á Akrabergi er ment í samstarvi við norska felagið Hordafor, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Kunnu taka 800.000 tons

Havsbrún kann taka ímóti 800.000 tonsum um árið, og hóast øll skipini í Barentshavinum tóku alt við til lands, so var bert talan um eini 6.000 tons tilsamans.

Um allur tann føroyski flotin gjørdi á sama hátt, so var ikki talan um størri nøgdir enn 20 - 25.000 tons.

So tað sum fæst burturúr fiskinum afturat, hevði bert verið ein viðfáningur afturat hjá Havsbrún. Men hugskotið og stigið, sum reiðaríið hjá Akraberg hevur tikið, er eitt stórt framstig, og Havsbrún ætlar avgjørt at vera við, um fleiri stig vera tikin á tí økinum, sigur Odd Eliasen.

Hann væntar kortini ikki at Havsbrún fer at fáa nakað burturúr tí virkseminum, men vil vera við fyri at stuðla øllum framstigum, sigur stjórin.

Havsbrún hevur ikki søkt um stuðul til virksemið sum er neyðugt fyri at taka ímóti súrløguni.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Hósdag 4. juni
Nón 4. juni - á Norðoyastevnu
109738
Hósdag 4. juni
Mono: Disco (4:5)
109723
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558