Góðan morgun Føroyar

Barnabati við fyribyrgjandi verkætlan móti happing
14-03-2018
Barnabati hevur í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet fingið verkætlanina Betri Vinir til Føroya.

Upprunaliga er Betri Vinir verkætlanin avstralsk og kallast Better Buddies. Danmark hevur nýtt verkætlanina á stovnum í eini tíggju ár, og úrslitini eru góð.

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan í móti happing. Tilfarið er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur.

Bert dagstovnar kunnu keypa Betri Vinir, og tey fáa tá eitt kuffert, sum inniheldur námsfrøðilig amboð til at fyribyrgja happing. Sum dømi kunnu nevnast kjakkort til fakfólk og foreldur, massasjusøgur, klisturmerki, postkort o.s.fr. Dagstovnarnir fáa eisini vegleiðing í, hvussu kuffertið skal nýtast.

Djóni Eidesgaard, aðalstjóri í Barnabata greiðir frá, hví og hvussu Barnabati hevur tikið stig til verkætlanina, og Sára Henriksen, námsfrøðingur, sum hevur arbeitt við danska tilfarinum og er skeiðshaldari hjá Barnabata, greiðir frá sínum roydnum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024