Pedagogfelagið kallar hjálparfólk á fund

14.03.2018 - 09:37
InnlendisSamfelag
Pedagogfelagið kallar hjálparfólk á fund
Pedagogfelagið hevur kallað hjálparfólkini, sum eru limir í felagnum, á fund í morgin, nú Hjálparfólkafelagið er sett á stovn.

Mánakvøldið var stovnandi aðalfundir fyri nýggja felagið á almenna arbeiðsmarkaðinum, Hjálparfólkafelagið. Nógv fólk møttu til fundin, sum var í høllini hjá Hæddini á Saltangará.

Sambært viðtøkunum fyri nýggja felagið so er endamál felagsins at virka fyri góðum lønar- og arbeiðviðurskiftum, og annars eftir førimuni at vera limum til hjálpar í ósemjum við arbeiðsgevara.

Pedagogfelagið hevur nú kallað hjálparfólk, sum eru limir í felagnum, á fund í morgin.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at fleiri hjálparfólk hava vent sær til Pedagogfelagið fyri at fáa meira kunning um bæði feløgini. 

- Vit ætla at fortelja teimum, at tey eru ikki tvungin í eitt nýtt felag. Vit halda, at tey hoyra framvegis heima í Pedagogfelagnum, sigur Jógvan Philbrow. 

Fundurin fyri hjálparfólkini verður í annaðkvøld klokkan 18.

Hoyr samrøðuna við formannin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964