Góðan morgun Føroyar

Tíðindadeildin hevur ongan klædnapolitikk
14-03-2018
Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur, at eingin skjalfestur klædnapolitikkur er, men fólk skulu vera pent klødd á skíggjanum

Í Degi & Viku týskvøldið var innslag um, at tað nú ber til at greiða atkvøðu til russiska forsetavalið í Føroyum.

Tað var tó ikki evnið í innslagnum, sum bleiv mest umrøtt.

Hinvegin var tað jakkin hjá journalistinum, sum fekk fólk at skriva á Facebook. Talan var um ein jakka, ella anorakk, í kamouflage-litum. Fleiri vístu á, at plaggið minti um ein hernaðarbúna og fekk tankarnar at leita til kríggj og stríð.

Hernaðarjakkin er ikki bannlýstur í Degi & Viku, sigur Heini Gaard. Jakkin kann helst brúkast í onkrum høpi. Ymsar støður leggja upp til ymsan klædnastíl. 

Tíðindafólkini hava framvegis frælsi at lata seg í tað, tey hava hug til. Tey duga sjálvi at meta um, hvat hóskar seg.

Vit mugu tó ásanna, at hesa ferð tók jakkin fokus frá áhugaverda innslagnum, og tað harmist eg um, sigur tíðindaleiðarin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024