-Vit halda, at BankNordik-bygningurin er gott keyp

15.03.2018 - 15:18
InnlendisPengar
-Vit halda, at BankNordik-bygningurin er gott keyp
Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri í reiðaríinum, Varðin, í Gøtu, sum fyri tveimum vikum síðani keypti høvuðssætið og jørðina hjá Bank Nordik í Havn
Jákup Jacobsen, stjóri, Varðin í Gøtu
Mynd: P/f Varðin  

Bankin leigar nú ístaðin bæði bygning og jørð frá Varðanum fyri fimm milliónir árliga.

Varðin rindaði 140 milliónir krónur fyri høvuðssætið, sum er 78 milliónir krónur meira, enn Fíggjareftirlitið annars hevði virðismett tað til.

Felagið hevur nú alment broytt viðtøkurnar, soleiðis at endamálið við Varðanum ikki longur bara er fiskivinna og fiskiídnaður, men eisini at eiga fastogn, at leiga út og hava aðra vinnu í hesum sambandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652