Journalar hvørva

15.03.2018 - 16:29
InnlendisHeilsa
Journalar hvørva
Føroyskir sjúklingar, sum eru í viðgerð uttanlands, uppliva, at sjúkrahúsini ikki vita av hvørjum øðrum, tí journalarnir ikki fylgja sjúklinginum

Tá føroyskir sjúklingar fara av landinum í viðgerð, kemur tað meira enn so fyri, at teirra journalar ikki fylgja við á ferðini. 

Sjúklingarnir uppliva, at journalarnir ikki koma fram millum tey ymsu sjúkrahúsini. 

Hetta kemur fram í nýggjari kanning, sum eisini vísir, at føroyingar hava relativt lágt álit á føroyska sjúkrahúsverkið.

 

Nýggj kanning

Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands?

Hetta er spurningurin, tey trý, Fríði í Geil Jensen, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen, hava kannað í serritgerð í sosialvísindum.

Sjúklingarnir í kanningini siga, at tað hevur stóran týdning at hava fylgjara við sær uttanlands, men tey hava onkuntíð ilt við at skilja, hví summi fáa fylgjara og onnur ikki.

Kanningin vísir eisini, at fleiri og fleiri føroyingar leita sær viðgerð á privatsjúkrahúsi uttanlands ella tekna sær trygging við tí endamáli at tryggja seg móti bíðitíð og fyri at fáa skjóta viðgerð.

Men tey lata væl at sjúklingahotellinum, Hotel Tórshavn. Tey siga, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og sjúkragongdina, at man hevur eitt trygt stað, sum Hotel Tórshavn, at fara til.

Lurta eftir samrøðuni við Fríða í Geil Jensen, har hann greiðir frá úrslitunum í kanningini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585