- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í góð 10 ár hevur Føroya Banki hevur verið friðaður fyri vinnuligan fiskiskap. Nú eru fleiri røddir frammi, at har ýður í fiski og mælt verður til, at bankin verður latin upp fyri vinnuligum royndarfiskiskapið. Kristian Martin Peternsen, frá felaginum Línuskip, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Høgni Hoydal Landdstýrismaður í fiskivinnumálum skifta orð, hvat skal gerast við Føroya Banka.
Hevur sambandsflokkurin valt eina meira konservativa kós? Nú flokslimirnir hava vrakað Magna Laksafoss og valt Helga Abrahamsen til næstformann í flokkinum. Tað er evnið í eygleiðingini. Og eygleiðararnir Georg Lindenskov Petersen og John Johannesen.
Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands? Nýggj kanning vísir, at føroyskir sjúklingar hava relativt lítið álit á tað føroyska sjúkrahúsverkið, sjúklingajournalar koma ikki fram ella hvørva, føroyingar leita sær meiri og meiri á privatsjúkrahús, men at tey er væl nøgd við Hotel Tórshavn. Fríða í Geil Jensen, ið er ein av teimum sum hevur gjørt kanningina, greiðir frá, um tær avbjóðingar føroyskir sjúklingar uppliva uttanlands.
Vel Føroyar er heitið á tiltakið sum verður í Norðuratlantsbryggjuni. Vit tosa við fyriskipara, hvat endamálið er við tiltakinum.
Lurta eftir sendingini her.