Føroya Banki skal latast upp

16.03.2018 - 11:26
InnlendisSamfelag
Føroya Banki skal latast upp
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlar at lata Føroya Banka upp fyri vinnuligum royndarfiskiskapi

Kristian Martin Petersen, reiðari á línuskipinum, Sandshavi, og limur í felagnum, Línuskip, segði seg vera sera spentan um ætlanirnar at lata eitt línuskip royndarfiska á bankanum.

- Tað hevði verið sera áhugavert at latið eitt línuskip fiska nakrar dagar á bankanum, bara fyri at vita, hvussu støðan er, sigur Kristian Martin Petersen.

Hann heldur, at har er munandi meira fiskur, enn úrslitini hjá rannsóknarskipinum, Magnusi Heinason, vísa.

Fáa svar í næstum
Í næstu viku fer havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, at royna á bankanum, har tíðindi hava gingið um, at yðjandi fult er av fiski. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, er eisini spentur upp á úrslitini

- Vit hava ongan áhuga í, at bankin er stongdur í allar ævir. Um fiskur er, og tá verður serliga hugsað um tosk, fara vit sjálvandi at mæla til, at Føroya Banki letur uppaftur, sigur Eilif.

Fyri, at Havstovan skal geva eitt slíkt tilmæli, so krevst, at toskastovnurin kemur upp á eitt miðalstøði á bankanum. Har manglar eitt sindur í enn, áðrenn tað kemur upp á tal, vísa tøl frá Havstovuni.

Men lagt verður afturat, at hýsan er væl fyri á bankanum.

Skip sleppa aftur á bankan
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er jaligur fyri at loyva vinnuligum royndarfiskiskapi á bankanum í samstarvi við Havstovuna.

- Eg eru fullgreiður yvir, at gera skipini góðar túrar á bankanum, so fer at koma eitt øgiligt trýst, bæði frá politikarum og vinnuni, men eg havi ongar ætlanir um at lata bankan upp til vinnuligan fiskiskap, fyrr enn eitt tilmæli liggur frá Havstovuni um hetta.

Vinnuligur royndarfiskiskapur verður longu í summar, tá eitt garnaskip fær loyvi at royna á Føroya Banka.

Lurta eftir orðaskiftinum, har teir tríggir, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Kristian Martin Petersen, reiðari og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, skifta orð um Føroya Banka.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584