Góðan morgun Føroyar

Morgunsendingin vitjar Vinus og Vimús
16-03-2018
Nýggja barnarøðin í Kringvarpinum leggur dent á málmenning og at læra barnagarðsbørn gott og rætt føroyskt.

Í kvøld byrjar ein nýggja barnarøðin Vinus og Vimús í sjónvarpinum. 

Morgunsendingin tosar við Páll Danielsen, sum hevur skriva handritið, og Rasmus Vigant Samuelsen, sum spælir Vinus í nýggju barnarøðini.

Vit vóru í kamarinum hjá Vinusi og heilsaðu uppá Vinus, og Vimús kagaði eisini fram at siga hey.

Í sendingini Vinus og Vimús hitta vit fitta vinin Vinus, sum dugir væl at finna uppá og siga frá. Í eini holu inni hjá Vinusi býr Vimús. Vinus og Vimús er vinir, hóast Vimús er ein mús.

Tað verða sendar 7 sendingar fram til summarfrítíðina. Jonna Fritsdóttir Mortensen hevur samskipað.

Hvørja ferð finna Vinus og Vimús uppá okkurt nýtt at vísa øllum. Sumt er torført at gera, sumt er torført at finna og sumt er nokkso torført at siga. Alla tíðina ber til at læra seg at siga øll orðini, hóast tey eru torfør. Og hvørja ferð verður ein nýggjur sangur við - ein góður barnasangur, til øll, sum tíma at lurta... eisini bamsurnar.

Beint aftaná Vinus og Vimús verður sendingin Klangarnir eisini send. Tað er eisini ein nýggj røð við føroyskari talu, sum er frá BBC. Barnarøðirnar báðar leggja dent á málmenning og at læra barnagarðsbørn gott og rætt føroyskt.

Partarnir fara eisini at liggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, inni á kuldakrákuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024