Eygleiðingin: Sambandið meira konservativt?

16.03.2018 - 13:29
InnlendisPolitikkur
Eygleiðingin: Sambandið meira konservativt?
Hevur Sambandsflokkurin valt eina konservativa kós? Tað var spurningurin, John Johannesen og Georg L. Petersen, umrøddu í táttinum Eygleiðingin

- Eg haldi at tað hevur týdning, at vit ikki yvirtulka hetta valið, sigur Johan Johannesen.

- Sambandsflokkurin er ein konservativur flokkur og tað haldi eg eisini, at flokkurin vísti, tá ið flokkurin valdi Bárð til formann, leggur hann afturat.

- Eg eri ikki ósamdur, men eg haldi at hetta er eitt signal úteftir, at flokkurin hevur valt eina konservativa kós, sigur Georg L. Petersen.

Eygleiðingin, í sendingini Nón, snúði seg um, hvørt Sambandsflokkurin hevði lagt seg á ein meira konservativan vong, tá ið tey á landsfundinum vrakaðu Magna Laksafoss og valdu Helga Abrahamsen til næstformann.

Lurta eftir orðaskiftinum her:

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652