Fleiri børn í skúlaaldri skulu heilsukannast

20.03.2018 - 14:30
InnlendisPolitikkur
Fleiri børn í skúlaaldri skulu heilsukannast
Tað er boðskapurin í stuttum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, nú hon hevur lagt eitt broytingaruppskot fyri tingið.

Kommunulæknar hava gjørt allar kanningar av børnum áðrenn tey fara í skúla og kenna tí børnini væl. Tí skulu teir halda fram við tí, eisini eftir at børnini eru farin í skúla. 

Tað sigur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, nú Heilsumálaráðið vil lata upp fyri, at heilsufrøðingar eisini skulu heilsukanna skúlabørn.'

Fá taka av tilboðnum um heilsukanning

Sum er, skulu børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri, tað er fyrsta til níggjunda flokk, fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulækna. Eina við skúlabyrjan og eina stutt áðrenn undivísingarskyldan endar, tað vil siga í níggjunda flokki.

Trupulleikin er, at tað eru ógvuliga fáir næmingar, sum taka av tilboðnum.

Í 2017 vóru tað 177 næmingar, sum vórðu kannaðir við byrjan av skúlatíðini, og 18 av teimum, hvørs skúlatíð er um at verða liðug, vórðu kannað. Tað eru umleið 700 skúlabørn í hvørjum árgangi.

Roynt hevur verið við millum øðrum kunnandi tiltøkum til næmingarnar um heilsukanningarnar, sum Heilsutrygd hevur staðið fyri, men tað hevur heldur ikki givið nóg góð úrslit.

Heilsafrøðingar skulu eisini kanna børnini

Í eini roynd at fáa fleiri at kanna seg, vil Heilumálaráðið nú loyva heilsfrøðingum at gera heilsukanningarnar umframt kommunulæknan.

Sambært Heilsumálaráðnum er fyrimunurin við eisini at loyva heilsufrøðingum at gera kanningarnar tann, at heilsufrøðingar eru longu á skúlunum og koma tí í samband við tey flestu børnini í skúlanum.

Harafturat gera heilsufrøðingar longu aðrar kanningar hjá somu børnum.

Kommunulæknafelagið talar at

Kommunulæknafelagið hevur í hoyringsskrivi víst á, at tey taka ikki undir við lógarbroytingini.

Marjus Dam er formaður í Kommunulæknafelagnum, og hann sigur, at trupulleikin er fyrst og fremst tann, at tað er ikki nóg nógvir kommunulæknar at gera allar kanningarnar.

Tí skal Heilsumálaráðið heldur leggja seg eftir at seta fleiri kommunulæknar, so øll 34 kommunulæknastørvini kunnu fyllast, og harvið kunnu allar kanningarnar gerast.

Heilsumálaráðið er tó ikki samt í tí niðurstøðuni. Tey vísa á, at har fastur lækni ikki hevur verið, hevur vikarur verið í staðin, og tí hevur møguleiki verið at gera kanningarnar kortini.

Krevur eftirútbúgving

Tað eru í løtuni 29 heilsufrøðingar í Føroyum. Av teimum hava einans fýra teir neyðugu førleikarnar at heilsukanna børn.

Tí skulu hinir 25 heilsufrøðingarnir eftirútbúgvast og útvega sær neyðugu heilsufakligu førleikarnar at heilsukanna børn, um lógarbroytingin verður samtykt.

Heilsutrygd metir kostnaðin av eftirútbúgvingini at vera millum 350-400 túsund krónur, meðan Heilsu- og Innlendismálaráðið metir útreiðslurnar at verða um 265 túsund krónur.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584