Góðan morgun Føroyar

Tey hjálpa og skapa tryggleika
20-03-2018
- At kunna hjálpa, tá fólk eru í eini truplari støðu, gevur okkum nógv. Tað siga samarittarnir, Steinbjørn V. Olsen og Eyðbjørg Højgaard

- At kunna hjálpa øðrum fólkum er nakað, ið liggur mær nær. Og tí valdi eg at blíva samarittur.

Soleiðis sigur Steinbjørn V. Olsen, sum seinastu 11 árini hevur brúkt ein part av frítíðini við at vera samarittur.

Hann og Eyðbjørg Højgaard, eru partur av samaritt-toyminum, sum er til staðar, tá stór tiltøk eru á skráni, har nógv fólk savnast.

- At vera samarittur gevur mær ótrúliga nógv. Tað, at kunna hjálpa øðrum og vera til staðar, tá fólk koma í ymiskar truplar støður og vita, at tú kanst veita teimum hjálp, tað gevur eina góða kenslu, sigur Eyðbjørg Højgaard.

Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá teimum ymisku uppgávunum tey hava sum samarittar.

í løtuni er tørvur á, at fleiri fólk gerast samarittar. Reyði krossur skipar tí fyri samarittskeiði í páskafrítíðini frá 24. mars til 1. apríl.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024