Góðan morgun Føroyar

Altjóða downs syndrom dagur er í dag
21-03-2018
Tað eru 12 ár síðani, at altjóða downs syndrom dagurin varð hildin fyri fyrstu ferð, og dagurin fekk formliga viðurkenning frá ST í 2012.

Í Føroyum er tað sættu ferð, at dagurin verður hátíðarhildin. Fía Petersen er dagligur leiðari í felagnum Javni, sum er eitt felag fyri fólk við menningartarni og familjum teirra. Hon greiðir frá virkseminum hjá Javna, og hvussu tey kunnu hjálpa fólki við downs syndromi og familjum teirra.

Tað er ymiskt, hvat fólk hava tørv á, men nýggj foreldur at einum barni við downs syndromi hava onkuntíð tørv á at tosa við onkran, og annars varpar Javni ljós á downs syndrom. Fía Petersen heldur, at summi hava eina gamla fatan av, hvat downs syndrom er, og tí verða færri fødd við tí í
londunum kring Føroyar. Tað heldur hon vera óheppið.

Í ár verður altjóða downs syndrom dagurin hátíðarhildin í auluni í Finsen, og Fía Petersen heldur, at tað er av týdningi at markera dagin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024